OV-DMC 3 er mátiskipanin hjá Oventrop við WLAN til at máta, senda og rokna trýst, flow, hita og orku. Skipanin er ment til innstilling av hita- og kølianløgum – so tú mátar í staðin fyri at gita.
Hetta kann OV-DMC 3
- Mátar munatrýst og flow beinleiðis á ventlinum.
- Roknar fyriinnstillingina á innstillingarventlum frá Oventrop, tá ið ventildátur og ynskt flow eru innskrivað.
- Skrásetur munatrýst og flow støðugt.
- Roknar orkuna beinleiðis við tveimum hitafølarum, t.d. á fram- og afturrenning.
- Verður knýtt at snildfoni, teldli og telduni – lættari innstilling og skjótar mátifrágreiðingar.
Hóskar til
Oventrop-vørur við “classic”- ella “eco”-mátitøkni ella HydroPort-hjálparventlum – t.d. Hydrocontrol, Hydrocom, Cocon, Hycocon og mátistøðir frá Oventrop.
Tøknilig dáta
- Nominelt trýst: PN 20
- Munatrýst: í mesta lagi 250 kPa
- Miðilshiti: í mesta lagi 120 °C
- Verjuflokkur: IP 64
- EAN (1069278): 4026755419603
Vørunummur
| Oventrop vørunr. | Lýsing |
|---|---|
| 1069278 | OV-DMC 3 mátiskipan við skermi |
| 1069199 | OV-DMC 3 mátiskipan uttan skerm |
| 1069178 | Tvær mátislangur, reyð og blá |
| 1069186 | 2 mátinálir |
| 1060281 | 2 mátistútar til innstillingarventlar |
| 1060381 | Mátistútur G ¼ “classic” + áfyllingar- og tømingarhani |
| 1060191 | Áfyllingar- og tømingarhani ¼” til Hydrocontrol |
| 1060295 | Leinging til mátistútar, L = 80 mm |
| 1060298 | Mátiadapter, “classic”-mátitøkni |
Rokna fyrst við OvPlan
Við rokniforritinum OvPlan frá Oventrop dimensjonerar tú anleggið og fært fyriinnstillingina til hvønn ventil. Síðani mátar og stillir tú við OV-DMC 3. Set teg í samband við okkum viðvíkjandi atgongd til OvPlan.



Oventrop hjá Arne Nielsen A/S
Oventrop fæst hjá Arne Nielsen A/S og okkara forhandlarum. Skriva til info@arnenielsen.dk við vørunummari og nøgd, so senda vit tær eitt tilboð.
Kelda og myndir: Oventrop GmbH & Co. KG.
